Eitt ferðafólkaflogfar frá American Airlines og ein Black Hawk hernaðartyrla stoyttu saman í luftini nærhendis amerikanska høvuðsstaðnum, Washington, D.C.
Tað siga Hvítu Húsini.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, er gjørdur varugur við støðuna, sigur tíðindaskrivarin, Karoline Leavitt, við Fox News.
- Tað sær út til, at ein hernaðartyrla hevur stoytt saman við eitt ferðafólkaflogfar, legði tíðindaskrivarin afturat, sambært Reuters.
Eftir samanstoytin datt flogfarið niður í ánna Potomac, sum liggur nærhendis Washington, D.C. Tað upplýsir sløkkiliðið.
Tað vóru 60 ferðafólk og manningin taldi fýra umborð á flogfarinum, upplýsir American Airlines umleið klokkan 6 okkara tíð.
Tað er ikki greitt, um tyrlan datt niður eftir samanstoytin.
Ted Cruz, senatorur úr statinum Texas, skrivar í einum uppslagi á sosiala miðlinum X, at tað vóru deyðstøl orsakað av vanlukkuni. Men fleiri smálutir eru ikki upplýstir, og hann skrivar ikki, hvaðani hann hevur fingið upplýsingarnar.
Síðani klokkan 6:15 okkara tíð eru ongar almennar upplýsingar um, hvørt deyðsvanlukkur hava verið.
Amerikanski miðilin CBS News skrivar umleið klokkan fyri løtu síðani, at 18 lík eru funnin úr vatninum, og at eingin er funnin á lívi.
Tað er ikki váttað av nøkrum myndugleikum.
Ein ónevnd kelda sigur, at tríggir hermenn vóru við tyrluni. Støðan hjá teimum er ókend.
Vanlukkan hendi nærhendis Ronald Reagan flogvøllinum í Washington. Allar fráferðir og komur eru steðgaðar, veit flogvøllurin at siga.
Ronald Reagan Washington flogvøllurin verður brúktur til innanríkisflúgving og er flogvøllurin nærmast høvuðsstaðnum.
Størsti flogvøllurin í økinum er altjóða flogvøllurin í Dulles.
Ritzau/Reuters