Flott akfør vitja Bátafestival á Toftum leygardagin

Fyrireikararnir siga, at akførini plaga at verða á Toftum, eftir at bátarnir eru komnir í bátahylin umleið klokkan 13.

 

MC Boogie verður leygardagin 4. mai, og leiðin gongur til Toftir, har Bátafestivalur verður henda dagin.

 

Føroya MC og Fuglafjarðar Ellisakfør fara at sýna síni flottu akfør, sum altíð eru ein frægd fyri eygað.

 

Gjøgnum fleiri ár hevur Bátafestivalurin á Toftum fingið vitjan av Fuglafjarðar Ellisakførum og Føroya MC.

 

- Í ár er einki undantak, tí aftur hesaferð skipa tey fyri koyring til Bátafestivalin.

 

Á Toftum siga fyrireikararnir, at akførini plaga at verða á Toftum, eftir at bátarnir eru komnir í bátahylin umleið klokkan 13.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin á Bátafestival, siga fyrireikararnir, sum vænta nógv fólk til bygdar leygardagin.

 

Her er ein lítil filmur um tiltakið, sum verður á Toftum og sum samstundis verður ársins fyrsta bátastevnutiltak í ár.

 

Filmurin sæst á hesi leinkju - https://youtu.be/DVgH90n1DTM