Tíðindaskriv
Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Basel í Sveis í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í vetur.
Sølan byrjar 13. mai 2024, og kostnaðurin er 4.695 kr. t/r.
Flogið verður úr Vágum til Basel 27. november og úr Basel til Føroyar 04. desember.
Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða í St. Jakobshalle og verða spældir soleiðis:
Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar (Danmark - Kroatia)
Sunnudagin 01. desember: Kroatia - Føroyar (Danmark - Sveis)
Týsdagin 03. desember: Føroyar - Danmark (Kroatia - Sveis)
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##