Flytur av Skála og til Fuglafirðar

Atli Djurhuus Petersen fer tvey tey næstu árini at spæla við ÍF

ÍF flutti síðsta heyst niður úr bestu deildini og fyrireikar seg nú til aftur at vinna uppflyting.

 

Fyrsta uppgávan hjá ÍF í 1. deild verður stór, tí 8. mars verður tað næstbesta liðið hjá Víkingi, sum verður gestur í Fløtugerði. Í fjør vann Víkingur so sera sannførandi næstbestu deildina.

 

Fyrr í hesi vikuni vóru tíðindini úr Fuglafirði, at málverjin Jákup Jónsson Nolsøe og framrættaði Jákup Andrias Thomsen hava skrivað undir við ÍF.

 

Í gjárkvøldið boðaði ÍF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Atla Djurhuus Petersen. Atli er 24 ára gamal rituvíkingur. Barndómsfelagið hjá honum er NSÍ, og í fjør royndi hann seg eitt skifti á Skála.

 

Í 2025 og 2026 fer vinstrabeinti síðuspælarin at umboða ÍF.

 

FaroeSoccer veit at siga, at Atli D. Petersen hevur spælt 27 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað trý mál, tveir í kappingini um løgmanssteypið og 152 dystir í 1. deild, har hann hevur skorað 16 mál.

 

Nýggjur venjari í Fuglafirði er Kristoffer Kvistgaard, sum tvey tey seinastu árini hevur verið venjari í Klaksvík og KÍ.