FM í buldring fyri fyrstu ferð

Tann 19. og 20. apríl skipar Klintrisamband Føroya fyri FM í buldring á fyrsta sinni. Kappingin verður hildin í høllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao.

 

Buldring er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani at klintrihøllin hjá Havnar Klintrifelag varð tikin í nýtslu í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil hevur man ikki brúk fyri trygdarreipi. 

Tann 19. apríl verður eitt innleiðandi umfar, sum ger av, hvørjir seks klintrarar sleppa í FM finaluna. Teir seks klintrarnir, sum klára seg best í undanumfarinum, koma víðari til FM finaluna leygardagin 20. apríl, har føroyameistarin í buldring skal finnast.

Meira kunning um kappingina fæst við at venda sær til Klintrisamband Føroya ella Havnar Klintrifelag á sosialu miðlunum.