Føroyar komu í bólk við hesum londum

Lutakast til EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti hevur verið

Á middegi var lutakast til EM-undankappingina hjá kvinnum í fótbólti.

 

Undankappingin er býtt upp eftir styrki – at líkna saman við Nations League kappingina. Føroyar eru í triðju deild av trimum.

 

Føroyar komu í bólk C3, og mótstøðuliðini verða Grikkaland, Montenegro og Andorra.

 

Føroyar vóru í undankappingarbólki saman við Montenegro í farnu kapping og taptu báðar dystirnar.

 

Dystirnir í EM-undankappingini verða spældir í apríl, juni og juli. Liðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum; úti og heima. Samanlagt skulu Føroyar tí spæla seks EM-dystir næstu mánaðirnar.