Tað var so tætt við, at tað eydnaðist at vinna fyrsta kappingardystin í tvey ár. Tað endaði 2-2, og nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, er tað eyðsýnt, at tað eru teir úr Armenia, sum hava vunnið eitt stig, og at tað eru føroyingarnir, sum hava tapt tvey stig.
Tað er lætt at skilja. Tí tey 1800 eygnavitnini sóu, hvussu stóran mun tríggir innskiftarar gjørdu. Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen og Petur Knundsen vórðu settir inn, tá ið ein hálvur tími var eftir. Beinanvegin fingu føroyingarnir betri tak á samanspælinum, og fimm minuttir undan leikloki legði Jóannes Bjartalíð eftir fínt einmansavrik Føroyar á odda, tá ið hann stutt frammanfyri miðstrikuna í høgru vann bóltin, rak og sneiddi seg leysan og úr eitt sindur kroystari støðu mitt fyri og av brotsteigarmarkinum legði bóltin flatt í málið.
Lítla løtu seinni hevði Jóannes Bjartalíð ógvuliga stóran møguleika at økja um leiðsluna. Væl upplagdi Petur Knudsen legði innfyri úr vinstru, og Jóannes Bjartalíð var púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin ímóti handara síðunetinum, men bólturin fór eina stóra sponn omanfyri tvørtræið.
-Hatta var meiri enn hundrað prosent møguleiki, sum eg átti at skorað uppá. Men tað gjørdi eg ikki, og tað iðri seg meg øgiligt um, tí so sektaðu teir okkum í síðstu sekundunum við skoti úr heilt spískum. Vit kunnu taka ikki so lítið við okkum frá hesum dystinum, so vað verður hugaligt at spæla aftur sunnukvøldið, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpinum.
Og verður tú við aftur sunnukvøldið?
-Eg eri ikki í fullgóðari venjing enn, men nú fer tíðin at vísa, hvussu kroppurin fer at hava tað næstu dagarnar.
Jann J. Benjaminsen var nýggjur á vongverjanum í høgru, og tað var hann, sum átta minuttir undan steðginum og av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru heilfluktaði bóltin flatt inn við nærra stólpa, og í seinna hálvleiki hevði hann rimmarskot, og tá bjargaði málverjin.
-Tað er hørð kapping um plássini á liðnum, og tað ræður um at taka av, tá ið møguleikin er har. Vit vóru í trupulleikum onkra løtu, men heildaravrikið, haldi eg, var gott, og nú fara vit at eftirmeta og so fyrireika okkum til sunnukvøldið, sigur Jann J. Benjaminsen.
Armenina skoraði síðst í fyrra hálvleiki og aftur síðst í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum var tað við frísparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og í seinna førinum var tað úr sera spískum í vinstru:
-Hatta var marginalt og sera óheppið. Gunnar Vatnhamar fekk bóltin í skinnabeinið, og so kitlaði bólturin stólpan, áðrenn hann fór í netið, sigur Jann J. Benjaminsen.
Andrias Edmundsson var knassi og dagsins maður í miðverjuni, og Bárður á Reynatrøð var fínur málverji.
-Vit eru vónbrotnir, tí teir javnaðu so seint í dystinum. Talan er ikki um vánaligt úrslit men sjálvandi er vónbrotið stórt, tá ið teir javnaðu so seint. Hevði Bjartalíð havt skorað til 3-1, so hevði sigurin verið vísur. Teir høvdu fleiri møguleikar, men vit komu væl við, og eg eri nøgdur við avrikini. Nú verður dystur aftur longu sunnudagin, og so er tað okkara uppgáva at seta liðið, so tað ikki fer at síggjast á avrikinum, at vit eisini spældu í kvøld, sigur landsliðsvenjarin Håkan Ericson við Kringvarpið.
Føroyar – Armenia 2-2 (1-1)
1-0: Jann J. Benjaminsen
1-1: Zelarayán 44.
2-1: Jóannes Bjartalíð 85.
2-2: Manvelyan 93.
Dómarakvartett úr Ukraina: Oleksii Derevinskyi, Semen Shlonchak, Viktor Matyash og Vitaliy Romanov (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hannes Agnarsson (Jóannes Bjartalíð, 61.), Hanus Sørensen (René Shaki Joensen, 82.), Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar (Brandur Hendriksson Olsen, 61.), Meinhard E. Olsen (Adrian Justinussen, 70.) – Jóan Símun Edmundsson (Petur Knudsen, 61.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Mattias Heðinsson Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Andrasson Olsen
Gult kort: Andrias Edmundsson
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze