- Hesa vikuna streymar heit luft úr suðri móti Íslandi og Grønlandi, meðan køld luft úr Arktis rakar Noreg, sigur Julie Solsvik Vågane, veðurfrøðingur á norska veðurstovninum.

Føroyar taka ikki hitan frá nøkrum

Í dag vita norskir miðlar at siga, at ein pólbrúgv - ella polarfrontur - í løtuni ringir seg um Noreg, og hetta hevur við sær, at onnur lond stinga av við hitanum.

- Hesa vikuna streymar heit luft úr suðri móti Íslandi og Grønlandi, meðan køld luft úr Arktis rakar Noreg, sigur Julie Solsvik Vågane, veðurfrøðingur á norska veðurstovninum.

Apríl er ofta ein mánaði við skiftandi veðri. Tað kann vera gott veður og lýtt, men tað kann saktans eisini verða vindur og kalt. 

 

Í dag vita norskir miðlar at siga, at ein pólbrúgv - ella polarfrontur - í løtuni ringir seg um Noreg, og hetta hevur við sær, at onnur lond stinga av við hitanum.

 

- Men, skjótt verður tað okkara túrur, sigur vakthavandi veðurfrøðingurin á norska veðurstovninum, Julie Solsvik Vågane, við www.dagbladet.no

 

Hon leggur aftrat, at í byrjanin av hesi vikuni hevur tað verið kalt um stórar partar av Noregi, og hetta er ikki óvanligt í apríl.

 

- Hesa vikuna streymar heit luft úr suðri móti Íslandi og Grønlandi, meðan køld luft úr Arktis rakar Noreg, sigur Julie Solsvik Vågane.

 

Flyta vit okkum heimaftur á klettarnar í Føroyum og lúra eftir, hvat DMI sigur um føroyska veðurlagið teir næstu dagarnar, sæst ikki, at her verður nøkur hitabylgja.

 

Um veðrið í dag sigur DMI, at hitin fer at liggja millum tvey og sjey stig, og í morgin verður hitin á leið hin sami - eisini millum tvey og sjey stig.

 

Hann verður høgur í ættini og snarar helst uppi í ein landnyrðing. Høgættirnar eru vanliga kaldar um okkara leiðir, tá sólin ikki sær.

 

Útlitini til hósdagin og fríggjadagin eru lítið øðrvísi enn veðrið, vit hava í dag.

 

Hósdagin, sum er flaggdagur, verður hann landnyrðingur í ættini, 5-10 metrar um sekundið, og eisini tá fer hitin at liggja millum tvey og sjey stig.

 

Dýrabiðidag verður hann norðan í ættini, 5-10 metrar um sekundið, sum gongur yvir í ein landnyrðing, 3-8 metrar um sekundið.

 

DMI veit eisini at siga, at hitin fríggjadagin fer at liggja millum frostmarkið og fimm hitastig.

 

Sambært hesum er ikki líkt til, at hitin, sum norðmenn siga seg vera fyri uttan, tí onnur lond stinga av við honum, merkist í Føroyum.

 

Her er og verður tað, sum tað plagar at vera, tá veðrið er gott í Føroyum - lítil vindur, samstundis sum lítið enn merkist til nakran hita.

 

Men, tað fara at koma nakrir góðir dagar, nú farið er um summarmála, og eitt føroyskt summar enn einaferð er í eygsjón.

 

 

 

 

 

- Hesa vikuna streymar heit luft úr suðri móti Íslandi og Grønlandi, meðan køld luft úr Arktis rakar Noreg, sigur Julie Solsvik Vågane, veðurfrøðingur á norska veðurstovninum.