Føroyingaliðini spæla steypahálvfinalur í Laugardalshøllini mikukvøldið

Stór avbjóðing og uppliving bíðar Natasju Hammer, Ingibjørg Olsen og liðfeløgunum teirra í annaðkvøld

Íslendingar gera nógv burturúr steypakappingini í hondbólti, ið er skipað sum eitt "Final Four" hjá bæði kvinnum og monnum, har bæði hálvfinalurnar og finalurnar vera leiktar í Laugardalshøllini í Reykjavík.

 

Í annaðkvøld skulu bæði føroyingaliðini í bestu kvinnudeildini, Haukar og ÍBV í eldin.

 

Klokkan 18 leika Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum móti Vali. Valur er greiður favorittur, men alt kann henda í einari hálvfinalu á einum uttanveltaðum vølli.

 

Klokkan 20.15 leika Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV móti Selfossi. Her er tað oddaliðið í landskappingini, ÍBV sum hevur favorittleiklutin. 

 

Tað plagar at vera full høll til hálvfinalurnar í Laugardalshøllini, so tað er ein stór uppliving og avbjóðing sum bíðar føroysku leikarunum og liðfeløgum teirra.

 

Hálvfinalurnar hjá monnum vera leiktar hóskvøldið, men har er einki føroyingalið at finna millum hálvfinaluluttakarnir. 

 

Sjálvar steypafinalurnar vera leiktar leygardagin. 

 

Sjónvarpsrásin, RÚV 2 vísir hálvfinalurnar. 

 

##med2##