Felagið hevur seinastu trý árini framleitt 3000 Led-undirvatnsljós, sum lýsa í aliringum í Føroyum, Íslandi, Noreg, Skotlandi og Kanada.
GroAqua hevur tikið seg nógv fram á altjóða marknaðinum seinastu árini, og útflutningurin av tøkniligum vørum, sum verða mentar á Kambsdali, er støðugt veksandi.
- Sterktbygda 400 watt aliljósið, sum er ment til harðbalna føroyska veðurlagið, kom á marknaðin fyri trimum árum síðan og hevur verið væl móttikið av alarum kring heimin.
Fyrra hálvár stóð sølan uttanfyri Føroyar fyri 73% av samlaða umsetninginum hjá GroAqua, og tá árið er liðið, er væntandi, at hesin parturin verður millum 75 og 80 prosent av umsetninginum.
– Hetta er ein týðandi varði á leiðini at gerast fremsti veitari av burðardyggum tøkniloysnum til altjóða alivinnuna.
Tað sigur Leif Johannesen, leiðari á menningardeildini hjá GroAqua.
Talan er eitt nu um ljós, KT skipanir, kamera, sensorar og aðrar loysnir til alibrúk, bæði á landi og sjógvi.
GroAqua leggur stóran dent á burðardygd og innovatión í sínum árligu íløgum innan vørumenning. Hvørt ár brúkar fyritøkan fleiri miljónir til menning av loysnum, sum hjálpa alarum við burðardyggari aling.
##med2##
- Undirvatnsljós hava stóran týdning fyri aling av laksi. Við at stýra ljósinum í einum aliringi, ber til at útseta kynsbúning hjá laksi og harvið tryggja bestu góðsku á fiskinum, siga tey hjá GroAqua, sum umframt at hava sítt høvuðssæti á Kambsdali, eisini hevur deildir í Skotlandi, Póllandi og Danmark.
75 fólk starvast í samtakinum, GroAqua.
Í tíðindaskrivi í dag sigur fyritøkan, at meira kann lesast um virksemið hjá samtakinum á nýggju heimasíðuni www.groaqua.io.