Føroyskir fimleikarar gjørdust sælandsmeistarar

Eitt lið mannað við føroyskum kvinnum gjørdist um vikuskiftið sælandsmeistarar í estetiskum fimleiki.

- Um vikuskiftið hava vit luttikið í SM í Køge. Vit megnaðu at vinna gull, og vit eru sera stoltar av okkara avriki.

 

Soleiðis siga føroysku kvinnurnar, sum um vikuskiftið luttóku í sælandsmeistaraskapinum í estetiskum fimleiki.

 

Talan er um føroyskar kvinnur, sum eru vaksnar upp í føroyskum fimleikafeløgum og sum nú lesa og búgva í Danmark.

 

Tær hava hildið fimleikin við líka, og venja í Danmark upp í einari 2-3 ferðir um vikuna.

 

Tær rópa seg ÍF Føroyar Fimleikur, og í kappingini um sælandsmeistaraheitið luttóku tær undir navninum, Team Nordik.

 

- Takk til tykkum, sum hava fylgt við og hava víst okkum stuðul. Ein serlig tøkk til Fimleikasamband Føroya fyri seriuna.

 

Føroysku kvinnurnar takka eisini fyri lán av draktum og føroyskum fyritøkum fyri fíggjarligan stuðul.

 

##med2##

 

Føroysku kvinnurnar eru vaksnar upp í føroyskum fimleikafeløgunum, men búgva nú í Danmark.