Tað sigur vakthavandi í politistøðini, eftir at løgreglan í gjár gjørdi málrættað átøk ímóti prutlum í Vestmanna og í Miðvági.
Og vakthavandi á politistøðini letur illa at.
– Vit fingu fatur á nøkrum prutlum, og so vóru øll hini prutlini burtur, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.
– Har vórðu nógv brot skrivað. Tey høvdu ikki koyrikort, tey vóru ov ung at hava koyrikort, eingin var í hjálmi, tey høvdu ferðandi upp á prutlinum. Í einum føri vóru tvey prutl steðgað við fýra fólkum. Eingin var í hjálmi, og báðir førararnir vóru 14 ára gamlir. Í hinum førinum vóru prutlini bygnaðarbroytt, hevði onga nummarplátu, hevði ferðandi uppá.
Stóri trupulleikin er, heldur løgreglan, at eingin heldur eyga við, hvat hesi ungu fólkini gera.
– Vit kunnu saktans fara út og geva teimum bøtur. Men at uppføra seg ordiligt í ferðsluni byrja altso heima við hús. Tey foreldur, sum lova sínum 14 ára gomlu børnum út at koyra á prutli, tey hava absolutt ikki mítt sympati, sigur vakthavandi á politistøðini ikki sørt argur.
Og hann heldur lítið um, at foreldur so koma við hesum snikk-snakkinum um hvat tey sjálvi gjørdu, tá tey vóru ung.
Ábyrgdin av at læra tey ungu at uppføra seg í ferðsluni byrjar heima, ger vakthavandi á politistøðini greitt.