Forseti Íslands fagnaði Allani og liðfeløgum hansara

Guðni Th. Jóhannesson fagnaði Vali

Hetta hevur verið ein stuttlig vika hjá Allani Norðberg og liðfeløgunum í Vali, sum hava móttikið nógvan heiður í Íslandi aftaná at hava vunnið European Cup fyri felagslið.

 

Teir vóru fagnaðir til fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluna í kurvabólti millum Val og Grindavík.

 

Hópurin hjá Vali var mikudagin í móttøkuhúsinum hjá Reykjavíkar kommunu í Höfða, har borgarstjórin í Reykjavík, Einar Þorsteinsson fagnaði teimum fyri ótrúliga avrikið.

 

Hósdagurin mundi tó vera hæddarpunktið fyri Allan og liðfelagarnir. Tá vóru teir á Bessastøðum, har forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson vegna tjóðina fagnaði Vali fyri minniliga avrikið í European Cup.