Sunda kommuna er rættiliga víðfevnd, og kommunan røkkur heilt úr Hósvík norður til Gjáar og Tjørnuvíkar og vestur til Saksunar.
Í trimum av bygdunum eru bátahyljar, nevniliga í Hósvík, Hvalvík og á Oyrarbakka.
Í Sunda kommunu hava tey arbeitt við einari heildarætlan fyri bátahyljarnar í Hósvík og á Oyrarbakka, og eftirfylgjandi er eisini samtykt, at arbeiða við einari heildarætlan fyri bátahylin í Hvalvík.
Í Sunda kommunu hava tey gjørt av at hava almennar framløgur um heildarætlan fyri hyljarnar í Hósvík og Oyrarbakka í kvøld, tí hesi arbeiði eru liðug.
Ætlanin fyri bátahylin í Hósvík verður løgd alment fram í Hósvíkar skúla í kvøld klokkan 18, og síðan verður framløgan um bátahylin á Oyrarbakka á torginum í Skúlanum við Streymin í kvøld klokkan 20.
- Framløgurnar eru almennar, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Sunda kommunu.
Tað var eftir eina gjøgnumgongd av bátahylunum í kommununi, at býráðið í 2023 samtykti at gera eina heildarætlan fyri bátahyljarnar í Hósvík og Oyrarbakka.
##med2##