Tíðindaskriv:
Í morgin, 5. oktobur, verður friðargonga og stuðulstiltak fyri Palestina. Friðargongan byrjar kl 14 á Kongabrúnni í Havn. Øll ið ynskja at vísa samhuga við Palestina eru HJARTALIGA VÆLKOMIN. Stuðulstiltak verður eftirfylgjandi í Blábar við tónleiki, yrkingaupplestri og røðum.
Stuðulstiltakið er ókeypis, men tó er møguligt at stuðla peningaliga á kontonr: 6460 – 648.092.8. Viðmerk: “PCRF”.
Peningurin fer óskerdur til Palestine´s Children Relief Fund:
GONGAN:
Vit møtast á Kongabrúnni kl.14 og ganga niðan gjøgnum býin, eftir Tinghúsvegnum og síðan oman í Blábar, har forkunnugt stuðulstiltak verður. Havið fegin skelti og bannarar við.
STUÐULSTILTAKIÐ:
Vit eru sera takksom fyri at hava fingið sera forkunnugir tónleikarar, yrkjarar og røðarar at bera fram fyri okkum.
Røður:
Nadia Abrahamsen
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkismálum
Turið Maria Johansdóttir vegna Amnesty Føroyar
Tónleikararir:
Aggrasoppar
Bartal Augustinussen
Guðrið Hansdóttir
Elin Brimheim Heinsesen
Yrkjarar:
Marjun Syderbø Kjelnæs
Rannvá Holm Mortensen
Vónandi síggjast vit leygardagin! Møtið fjølment!
Rópið við okkum: Frælsið palestina! Børn í Gaza hava rætt til lív!
Og sum altíð: Eingin islamofobi, eingin antisemitisma og eingin rasisma av nøkrum slag.