Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip undir Føroyum. Teir fáa mest av hýsu og nakað av tosk. Eitt annað ísfiskalínuskip liggur við bryggju.
Um frystilínuskipini verður sagt soleiðis:
- Trý fiska undir Føroyum, tvey eru á Íslandsrygginum, trý fiska í íslendskum sjógvi, eitt er í NEAFC-øki, eitt er í grønlendskum sógvi, og eitt frystilínuskip er ávegis yvir á Flemish Kap.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at veiðan hjá línuskipunum serliga er toskur, longa, brosma og so nakað av svartkalva, og væntandi er, at onkur frystilínuskip koma inn at landa hesa vikuna.
Um útlini til útróður í vikuni verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðurvánirnar eru góðar.
- So vit vænta nógvan útróður, og útróðrarbátarnir fáa stórt sæð bara tosk og hýsu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.