Fuglafjaðrar funnir í báðum motorunum

Flogfarið lendi á bjólginum og sprongdist, tá tað rakti ein betongvegg. 179 fólk lótu lív, og bert tvey av manningini yvirlivdu vanlukkuna

Kanningarfólk hava funnið fuglafjaðrar í báðum motorunum á flogfarinum, sum herfyri fór í knús undir lending á Muan-flogvøllinum í Suðurkorea.

 

Hetta siga fólk, sum hava kunnleika til kanningararbeiðið av flogvanlukkuni yvirfyri Reuters.

 

Kanningarleiðarin, Lee Seung-yeol, hevur áður upplýst, at fuglafjaðrar áður eru funnir í øðrum motorinum, og nú verður so sagt, at fjaðrar eru funnir í báðum motorunum á vrakinum.

 

Hildið verður, at tað, at fjaðrar nú eru funnir í báðum motorunum, kann undirbyggja møguligu orsøkina til flogvanlukkuna.

 

Stutt fyri lending boðaðu flogskipararnir eisini frá, at flogfarið hevði rent seg inn í ein fuglaflokk.

 

Flogserfrøðingar hava annars sett spurnartekin við, um hetta kann vera orsøkin til vanlukkuna. Teir hava eisini víst á, at lendingarhjólini ikki vóru niðri, tá flogfarið lendi.

 

- Sjálvandi kann samanstoyturin við ein fuglaflokk hava havt sín týdning, men avleiðingarnar eru alt ov stórar til, at hetta er beinleiðis orsøkin.

 

Soleiðis hevur ein fyrrverandi lærari við flogskúlan hjá italsku verjuni, Gregory Alegi, sagt við Sky News.

 

Jeju Air 2216 kom úr Bangkok og skuldi til Muan í útsynningspartinum av Suðurkorea hin 29. desember.

 

Flogfarið lendi á bjólginum og sprongdist, tá tað rakti ein betongvegg. 179 fólk lótu lív, og bert tvey av manningini yvirlivdu vanlukkuna.