Ein bilførari hevur tvær ferðir yvir stutta tíð fylt sær bensin á tangan á einari og somu støð í Havn, men hevur ikki goldið fyri áfyllingarnar.
- Hetta hendi fyrru ferðina fyrst í mars og so aftur herfyri. Støðirnar hava góð vakmyndatól, og vit vita, hvør bilurin er, sigur løgreglan.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nú verður farið at leita eftir bilføraranum, sum verður skuldsettur fyri at stjala bensin.
- Í hesum sambandi skulu vit eisini finna út av, um talan er um sama bilførara á bilinum í báðum førunum.
Løgreglan sigur, at tey fáa fatur í bileigaranum, sum hevur fylt á tangan uttan at gjalda, verður hesin skuldsettur fyri stuldur.