Fyltur 70 og sýnir fram í Smiðjuni

– Í samband vid at eg í vár bleiv 70 ára gamalur fari eg at hava eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á hesi serframsýning eru nýggj verk, málningar, akvarellir og tekningar. Kend og minni kend motiv, okkurt abstrakt-expressionistiskt og okkurt meira impressionistist-naturalistisk.


Soleiðis skrivar Sofus D. Poulsen, listamaður úr Havn, sum býr í Ringkøbing í Danmark.

Hann greiðir frá, at á flestøllum framsýningunum, bæði her heima og uttanlands, er tað tann føroyska bygdin, sum verður avmyndað. 

– Tað er eisini hana eg máli. Bygdalagið við teimum lítlu húsunum, veitir, veltir og hagagrót. Kanska kemur ein skeivur peli við á myndina, sum aloftast skapar eitt slag av óreglusemi, ein kuriositetur sum Hoffmester, Kampmann, Whie oa hava brúkt. sigur Sofus D. Poulsen.

– Tað serstaka við føroyska landslagnum eru óiva litirnir, sum broytast alt eftir árstíðini. Grønt/okker, violett/grátt og so havið, sum bindur allar árstíðirnar saman og serstaka milda gráa ljósið, sum kennist fjálgt og heimligt.

 

##med2##

– Tað nýggja er kanska tað gamla, uppá ein máta. At ganga í haganum kendist púra náttúrligt at gera, tá ið eg var yngri. Hagani havi eg óteljandi vakrar og spennandi upplivingar, sum eru dírgripir á míni listarligu leið. Jú Føroyar eru vakrar, ongin ivi um tað, og spennandi er tað hvørja ferð eg byrji uppá ein nýggjan málning, sigur hann.

– Øll eru vælkomin at síggja framsýningina, sum er í døgunum frá 5. til 10. juni, sigur Sofus D. Poulsen.

 

 

Eldri mynd av Sofusi D. Poulsen