Fýra eldsálir fingu heiðursløn

Tað hendi á Landsfundinum leygardagin

Frá vinstru eru tey Rói B. Poulsen, formaður í FUR, Esbern á Geilini, Fía Lindenskov, Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð, FUR leygardagin, handaði Rói B. Poulsen, formaður í FUR, fýra eldsálum virðisløn.

 

Tær fýra eldsálirnar, sum fingu FUR heiðurslønina, eru: Fía Lindenskov, Gunnvør Joensen, Hilmari Joensen og Esbern á Geilini.

 

##med2##

 

Grundgeving fyri at lata Fíu Lindenskov FUR heiðurslønina:

 

Fía Lindenskov hevur fingið FUR heiðurslønina fyri við sínum blíða lyndi og góða hugburði til skótalívið at hava verið virkin í KFUK skótunum frá heilt ungum aldri.

Fía hevur fingið fleiri nýggj skótalið í Havn og nýggjar leiðarar soleiðis, at KFUK skótar er nógv vaksið seinnu árini. Fía er virkin í skótavirksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Felagsskapurin er grundfestur í arbeiðsháttunum hjá Fíu, sum nú er forkvinna í Føroya KFUK skótum, bólkaleiðari og liðleiðari hjá Havnar KFUK skótum.

 

Grundgeving fyri at lata Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen FUR

 

Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen hava fingið FUR heiðurslønina fyri, í eitt mannaminni, á serstakan og viðurkennandi hátt at hava lagt lunnar undir og ment sjónleika- og tónleikavirksemi í Nólsoy. Gunnvør og Hilmar síggja týdningin í at stuðla og menna skapanarevnini, sum tey ungu eiga.

 

Gunnvør og Hilmar duga at fáa tey ungu at kenna seg væl, tey síggja dygdirnar hjá tí einstaka og eru viðurkennandi á slíkan hátt, at tann ungi torir og lærir at menna egna styrki og førleikar.

 

##med3##

 

Grundgeving fyri at lata Esbern á Geilini FUR heiðurslønina

 

Esbern á Geilini hevur fingið FUR heiðurslønina fyri at hava verið við til at byggja upp Tabletop Føroyar, sum hevur til endamáls at økja áhugan fyri - og trivnaðin - borðspælmentanini í Føroyum.

 

Felagið hevur høli at húsast í, hevur stórt úrval av borðspølum og skipar fyri alsamt fleiri borðspæltiltøkum kring landið.

 

Esbern hevur við sínum áræði, hugskotum og síni medferð megnað at fáa ungdómin í felagnum Tabletop Føroyar at vera partur av væl skipaðum og mennandi ungdómslívi, har øll eru vælkomin og kenna seg væl.

 

Frá vinstru eru tey Rói B. Poulsen, formaður í FUR, Esbern á Geilini, Fía Lindenskov, Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen

Fía Lindenskov

Esbern á Geilini