Í løtuni er eitt ísfiskaskip norðanfyri, og skipið kemur helst inn at landa í næstu viku.
- Fýra frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu og brosmu.
- Streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur.
Veðrið verður gott fyrst í komandi viku, men seinni í vikuni verður veðrið meira ivasamt.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.