Fýra persónar á danska evakueringslistanum eru fluttir úr Gazageiranum. Tað upplýsir danska uttanríkisráðið fyri TV 2.
Tað merkir at tilsamans 19 persónar av danska listanum eru evakueraðir, verður sagt.
– Uttanríkismálaráðið arbeiðir enn við at kanna, um tað eru fleiri sum vilja úr Gaza, sigur ráðið við TV 2.
Teir fýra persónarnir eru móttiknir av donsku sendistovuni og skulu nú flytast víðari til Kairo í Egyptalandi.
Fyri DR váttar danska uttanríkismálaráðið, at tað er talan um fýra persónar við donskum ríkisborgarskapi. Við DR verður eisini sagt, at teir fýra persónarnir helst koma til Danmark innan næstu tveir dagarnar.
Í Kairo verður »sálarlig og heilsufaklig serfrøði til staðar« fyri tey evakueraðu, sigur Uttanríkisráðið við DR.
Fyrstu persónarnir á danskaralistanum vórðu evakueraði 12. november. Teirra millum var eitt danskt barn og palestinska mamman.
Tveir dagar seinni – tann 14. november – vórðu 11 persónar afturat av listanum evakueraði úr Gazageiranum til Egyptalands.
Eftir sjey dagar við vápnahvíld í Gaza og fanga- og gíslaumbýti vórðu bardagarnir uppafturtiknir fríggjamorgunin.
Síðani ljóðaði, at samráðingar millum Ísrael og hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas skuldu halda fram.
Tað varð tó broytt leygardagin, tá Ísrael boðaði frá, at landið tekur seg úr samráðingum í Qatar. Sambært Benjamin Netanyahy, forsætisráðharra, var hetta tí, at samráðingar endaðu í eini blindgøtu.
Frá palestinsku myndugleikunum í Gaza, sum er Hamas stýrir, ljóðar, at minst 15.523 palestinar eru dripnir. Harav eru 6.150 helst børn, meðan 4.000 eru kvinnur.
Sambært ísraelsku myndugleikunum eru gott 1200 ísraelar dripnir síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.
/ritzau/