Fyrilestur við Sáru Mariu Johansen

Í næstu viku verður kveikjandi fyrilestur við Sáru Mariu, sum hevur drúgvar royndir innan ítrótt, bæði sum íðkari og sum venjari, í Miðlatúni í Vági.

 

Sára greiður frá um sína ferð til OL, hennara motívatión og hugsunarhátt. Um hvussu man røkkur sínum málum, heldur fast og finnur drívmegina, sjálvt um tað er trupult. Sára kemur eisini inn á, hvussu ein skapar góðar karmar, bæði fyri elituna og breiddarhópin í smáum feløgum.

 

Sára hevur tveir fyrilestrar hetta kvøldið. Fyrri fyrilesturin er ætlaður nevnd og venjarum í ítróttarfeløgum, og tann seinni er fyri øll.

 

Fyri nevnd og venjarum týskvøldið 15. oktobur kl 18.30.

 

Almennur fyrilestur týskvøldið 15. oktobur kl 20.00 í Miðlatúni.