Fyrri fyrilesturin verður á Hotel Føroyum, har Daniel fortelur erliga, livandi og í smálutum um gíslatøkuna og ta marru, hann livdi í hesa tíðina. Hann greiðir eisini frá, hvussu ómetaliga torført tað er at venda aftur til eitt vanligt lív eftir slíka uppliving.
Seinni fyrilesturin verður í SALT, har Daniel við óvanligum opinleika fortelur um sína uppliving og gevur eitt persónligt innlit í, hvat tað merkir at vera gísli hjá ræðuligu yvirgangsrørsluni og hvussu hann fann vón og styrki í mest ómenniskjaligum umstøðum. Hetta er ein søga, tú aldri fert at gloyma – ein frásøgn um yvirliving, vinarløg og menniskjans ófatiliga viljastyrki
Tíð og stað:
"Tilbage til livet"
9. september kl. 19:00 – Hotel Føroyar
"398 dage som gidsel hos Islamisk Stat"
11. september kl. 19:00 - SALT
Hetta er ein einstakur møguleiki at hoyra eina beinleiðis og persónliga søgu frá einum manni, sum hevur upplivað tað, vit vanliga bara lesa um í tíðindunum – og sum nú brúkar sína rødd til at varpa ljós á eitt av okkara tíðindamiklastu evnum.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Tað er avmarkað við plássum, og mælt verður til at tryggja sær pláss tíðliga, tí áhugin væntast at vera stórur.