Fyrsta midnáttarmessa í Notre Dame síðani eldin

Notre Dame dómkirkjan í París hevði fyrstu midnáttarmessu sína jólaaftanskvøld síðani eldur kom í dómkirkjuna 15. apríl 2019.

Undan gudstænastuni segði biskupsdømið í París, at tað væntaði "ógvuliga nógv vitjandi 24. og 25. desember" undir fyrstu jólagudstænastunum í Notre Dame síðani eldsbrunan í 2019 - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix.

Messan sæst á videobrotum, sum dómkirkjan sjálv hevur givið út.

Áðrenn eldsbrunan 15. apríl 2019 hevði midnáttarmessa verið hildin á hvørjum ári síðan fronsku kollveltingina - í yvir 200 ár, skrivar avstralska ABC.

Miðnáttarmessan í gjárkvøldið byrjaði klokkan 23 við sangi frá egnum kóri í dómkirkjuni.

Erkibiskupurin í París, Laurent Ulrich, sigur í eini fráboðan undan messuni:

##med2##

 

- Nú eru vit aftur í Notre Dame, sum júst er latin upp fyri vitjandi. Okkara hjørtu hava veitslu! Vit eru komin heim, segði hann.

 

/Ritzau/

 

Undan gudstænastuni segði biskupsdømið í París, at tað væntaði "ógvuliga nógv vitjandi 24. og 25. desember" undir fyrstu jólagudstænastunum í Notre Dame síðani eldsbrunan í 2019 - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix.

Síðan Notre Dame-dómkirkjan í París varð tikin í nýtslu aftur 16. desember, hava stívliga 270.000 fólk vitjað hana, upplýsir franski miðilin RFI. - Mynd: Thomas Padilla/Ritzau Scanpix