Ummæli: Týskvøldið var Vágs Kirkja, sum júst hevur fylt 80 ár, karmur um eina konsert, ið var ein uppliving av teim heilt stóru. Tað var eisini meira ella minni væntandi, tá ein fekk at vita, hvør tað var, ið skuldi framføra hetta kvøld. Tað vóru Vágs Kirkja, Kirkjukórið Ljómur, ið eisini fyllir 80 ár, og Ruth Smith savnið, ið tóku stig til konsertina.
Tað var, sum tikið verður til, ikki ein og hvør, ið framførdi. Talan var um heimskenda floytuleikaran Michalu Petri, og føroyska guitarúrmælingin Ólav Jakobsen. So her var gott í væntu.
Jóannes Nolsøe legði fyri vegna stigtakararnar, og greiddi frá teim leikandi. Michala Petri hevur í hálvthundrað ár leikað á blokkfloytu og hevur í mong áratíggju verið roknað millum heimsins bestu floytuspælarar, - um ikki tann besta av øllum.
Í nógvum førum verður hon ítøkiliga nevnd at vera heimsins besti blokkfloytuleikari.
Ólavur Jakobsen og Michala Petri leiktu saman, og eisini hvør sær. Tey greiddu eisini frá, og gjørdi hetta tónleikin meira livandi og nærverandi.
Ólavur vísti sínar dygdir, og eittnú var sykkið eftir cubanskt tónaskald serliga hugtakandi, forteljandi og væl spælt.
Michala Petri spældi breitt úrval av síni skrá. Eittnú stuttligt at hoyra fólkalagið, ið er meinlíkt og/ella uppruni til lagið, ið vit kenna sum Omma Ludvík – og her fólksligt, men tó lyft á høgt tónleikaligt støði. Tónar eftir Sunleif Rasmussen fingu eisini pláss, og hugaligt og áhugavert, at Sunleif var til staðar og hegnisliga greiddi frá, hvussu hann hevði hugsað hetta floytustykkið.
Sum fráleið greiddi Michala Petri frá ymiskum, t.d. spæliháttinum, tá hon spældi nøkur stykki, har tónar komu ímillum, so hvørt sum stykkið leið, og tað harvið at enda ljóðaði, sum stóðu eini fimm ella seks floytuleikarar og spældu. Tí Petri spældi bæði frálíkt, skjótt og “rullandi” undirspæl, samstundis sum hon spældi melodirødd. Fantastiskt. Óivað hugsaðu fleiri, at tað er ófatuligt, at slíkt ber til!
Og helst hevur hugsanin eisini rakt onkran, at tað er ófatuligt, at t.d. lítla floytan kann ljóða so frálíkt. Petri hevði floytur í ymsum støddum, men felags var, at her stóð ein (heims)meistari í blokkfloytuleiki frammanfyri okkum. Og tað merktist.
Upplivingin í Vágs Kirkju var einastandandi. Bæði Jakobsen og Petri bergtóku, bæði saman og hvør sær. Fantastisk. Onki minni!
Ùtafturkomin skilti ein væl, at Michala Petri fleiri ferðir hevur verið nevnd heimsins besti blokkfloytileikari. Og ein fær hug at spæla sær, og benda: Góð, Petri, best!
Skuldi ein givið stjørnur, sum so vanligt er í ummælum nú, so hevði avgjørt full stjørnurøð verið givin úrmælingunum, ið framførdu í Vágs Kirkju 12. mars 2019.