Gamla Sandshavið endaði í Vestmanna

Skipið selt felagnum, HKO í Vestmanna, sum Háldan Haldansen eigur.

 

Í seinnu hálvu av desember visti heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga, at gamla Sandshavið, fyrrverandi Fugltúgvan, er seld.

 

Sambært www.teyggjan.fo er skipið selt felagnum, HKO í Vestmanna, sum Háldan Haldansen eigur.

 

Hetta er sama felag, sum eigur frystilínuskipið Vesturhavið, fyrrverandi Kamb. Gamla Sandshavið hevur fingið navnið Vesturleitið.

 

Eyðvarur Petersen á Sandi, sum var skipari og ein av eigarunum av gamla Sandshavinum, váttar, at skipið er selt.

 

Tíðliga í fjør summar keypti Sp/f 31.01.2011, sum átti gamla Sandshavið, frystilínuskip úr Íslandi, og hetta skipið ber nú navnið Sandshavið.

 

Gamla Sandshavið, núverandi Vesturleitið, er ísfiskalínuskip, sum nú er heimahoyrandi í Vestmanna.