Gaza-myndugleikar: Yvir 100 deyð í ísraelskum álopum

Yvir 100 eru deyð, og hundraðtals eru særd, eftir at kríggið er brostið á áftur.

 

Í morgun vórðu bardagarnir í Gaza tiknir uppaftur. - Foto: Said Khatib/Ritzau Scanpix

Yvir 100 palestinar – ella neyvar 109 – eru deyð í Gaza, eftir at vápnahvíldin í dag varð brotin.

Tað upplýsir Hamas-stýrda heilsumálaráðið sambært tíðindastovuni AFP nú seinnapartin.

Ashraf al-Qudra sigur,at »hundraðtals« eru særd.

Deyðstølini eru ikki váttað av uttanveltaðum.

Eftir sjey dagar við vápnahvíld í Gaza og fanga- og gíslaumbýti varð kríggið tikið uppaftur í morgun.

Ísraelski herurin boðaði frá, at hann hevði steðga fleiri rakettálopum úr Gaza, eins og at stríðsflogfør vóru farin at leypa á Hamas-mál í Gaza.

Seinnapartin boðar herurin frá, at »yvir 200 yvirgangsmál« eru rakt.

Læknar og eygnavitni í Gazageiranum siga sambært tíðindastovuni Reuters, at bumbingarnar eru harðast í Khan Younis og Rafah, sum eru í syðra parti av Gazageiranum.

Har hevur ein stórur partur av sivilfólkinum søkt sær skjól fyri at vera í tryggleika.

Í dag flýggja nógvir íbúgvar aftur frá økinum og leita sær vestureftir við ognarlutum sínum á vognum og kerrum.

Í Rafah, sum er við markið til Egyptalands, bóru íbúgvar fleiri smá børn út úr einum bygningin, sum varð raktur í loftálopi. Fleiri børn vóru sveipað í blóði og dusti.

Mohammad Abu-Elneen, son tann sum eigur húsið, greiðir Reuters frá, at fólk vóru í húsinum, sum vóru rikin burtur úr øðrum pørtum av Gazageiranum.

Í norðara partinum at økinum síggjast tjúkk roykskýggj daga upp úr leivdum av teimum húsum, sum frammanundan eru løgd í oyði í loftálopu. Álopini síggjast frá ísraelsku síðuni av marknastikinum.

Undir vápnahvíldini hevur verið møguligt at fingið hart tiltrongda hjálp inn í tættbúsetta økið.

Sjálvt um bardagar aftur eru brostnir á í Gaza, halda samráðingarnar fram millum Ísrael og hernaðarliga palestinska felagsskapin Hamas.

Úr USA ljóar, at umsitingin hjá Joe Biden forseta enn roynir at trýsta á fyri at fáa vápanhvíld.

Tilsamans hava Hamas-myndugleikarnir boðað frá, at umleið 15.000 eru deyð í ísraelskum álopum í Gaza í kjalarvørrinum av álopunum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober.

/ritzau/

 

 

 

Í morgun vórðu bardagarnir í Gaza tiknir uppaftur. - Foto: Said Khatib/Ritzau Scanpix