Gera onkran túr á Bankanum áðrenn hann øtlar veðrið

Seks frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni, men bæði ísfiskalínuskipini liggja

Í løtuni eru trý frystilínuskip undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi. 

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip liggja, og bæði ísfiskalínuskipini liggja eisini.

 

Streymurin verður hampiligur, men sum skilst eru veðurútlitini ikki nakað serlig fyri seinnapartin av næstu viku.

 

- Vit rokna tískil við, at nakað verður av útróðri nú um vikuskiftið og mánadagin. Síðan verður helst lítið av útróðri seinni í vikuni.

 

Sagt verður, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkrir útróðrarbátar eru á Føroyabanka hetta vikuskiftið, áðrenn hann væntandi øtlar veðrið seinni í vikuni.