Géza skrivaði søgu

Við at skora fimm mál í seinna hálvleiki styrkti Víkingur um sína støðu sum topplið

Tað tók sína tíð, áðrenn tað eydnaðist at fáa hol á, men so gekk tað skjótt.

 

Í kvøld vann Víkingur heima í Sarpugerði 5-1 ímóti 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Víkingur styrkti um sína støðu sum oddalið. Víkingur og HB hava bæði 30 stig, og víkingarnir styrktu um sín málmun, tí fyrr í dag vann HB 1-0 ímóti ÍF-

 

Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at heimaliðið fór at vinna so stóran sigur. Tí tá ið teir fóru at hvíla seg, var 07 Vestur frammanfyri 1-0. Málið stútaði Magnus Isager eftir innlegg úr høgru. Tá vóru 34 minuttir farnir.

 

Gestirnir úr Vágum vóru væl upplagdir í fyrra hálvleiki, tá ið teir vóru raskir í nærdystunum og funnu væl hvønn annan í uppspælinum, og onkra ferðna vunnu teir seg til góðar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum.

 

Men tað var heimaliðið, sum var mest á bóltinum og vann seg til flestu málmøguleikarnar, uttan at tað undan steðginum eydnaðist at fáa bóltin í málið aftanfyri Sebastian John.

 

Beinanvegin eftir steðgin vórðu Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen skiftir inn á heimaliðið, og teir vóru av álvara við til at gera mun. Olaf Bárðarson var støðug hóttan í vinstru, og Finnur Justinussen skoraði tvey mál.

 

07 Vestur helt tørn í ein tíma, so fekk heimaliðið hol á, og so gekk taå skjótt. Heilt stóri maðurin hjá Víkingi í kvøld var miðvallarin Géza Dávid Turi. Higartil í ár man hann vera besti spælarin yvirhøvur í kappingini, og í kvøld krýndi hann gott avrik við at skora tvey mál. Hann hevur ongantíð áður verið tvífaldur málskjútti.

 

Géza Dávid Turi hevði undan hesum kappingarárinum skorað trý mál í alt í bestu deildini. Undan hesum kappingarárinum segði hann seg rokna við, at hann fór at skjóta sjey mál í ár. Í kvøld skoraði hann í sínum 103. landskappingardysti í bestu deildini tvey, og nú ellivu umfør eru farin, hevur hann skorað fimm mál.

 

Víkingur pressaði øgiligt eftir steðgin, tá ið luturin hjá gestunum var at ofra seg í verjustøðu. Fleiri hornaspørk bóru spentar støður við sær, og eftir aftur og fram og hálvbjarging var Géza Dávid Turi fyrstur á, og so lyfti hann úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

So var 1-1, og fimm minuttir seinni hevði Finnur Justinussen økt ium munin til bæði 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var tað eftir horna úr vinstru og eftir at málverjin misti bóltin, tá ið hann við handara stólpa royndi at lofta, og í seinna førinum var tað, eftir at Ari Olsen, sum var við aftur á vongerjanum í høgru eftir skaðasteðg, legði flatt innfyri.

 

Eftir horna frá Poul Kallsberg var Géza Dávid Turi tvífaldur málskjútti, tá ið tað restaði eitt stórt korter, og í síðsta minutti staðfesti væl upplagdi Olaf Bárðarson trivaliga sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Olafi Bárðarson í ár.

 

Næsti dystur hjá Víkingi verður sunnudagin um eina viku, tá ið KÍ verður mótstøðuliðið á norðoyastevnu. 07 Vestur fer annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti B36.

 

Víkingur – 07 Vestur 5-1 (0-1)

 

0-1: Magnus Isager 34.

 

1-1: Géza Dávid Turi 59.

 

2-1: Finnur Justinussen 62.

 

3-1: Finnur Justinussen 65.

 

4-1: Géza Dávid Turi 73.

 

5-1: Olaf Bárðarson 90.

 

Dómari: Bjarki Danielsen