Glasir fer aftur at framføra sjónleik

Næmingar á Glasi fara at framføra Shakespeare-sjónleikin Romeo og Julia í vetur

– Romeo where art thou - Romeo og Julia, hvar eru tit?

 

Soleiðis skrivar Glasir á heimasíðni, nú tey leita eftir leikarum til næsta sjónleikin, sum tey nú fara at venja.

 

– Ja, vit leita eftir tykkum og fleiri, fleiri øðrum at vera við í einum megaspennandi sjónleiki, sum Glasir og yrkissjónleikabólkarnar TVAZZ og Det Ferösche Compagnie gera í felag, skrivar Glasir.

 

Tann 16. november 2024 verður heimskendi ungdómsleikurin Romeo og Julia eftir William Shakespeare frumsýndur á Glasi í føroyskari týðing eftir Hans Tórgarð.

 

Búi Dam fer at leikstjórna, og hann var hósdagin á Glasi og fortaldi stutt um leikin og ætlanina.

 

17. september, t.v.s. longu í næstu viku, byrjar kasting og venjingar.

 

– So meldið tykkum til at vera við í leikinum. Brúk er fyri nógvum ungum fólkum at leika, eini 40, segði Búi, men tørvur er eisini á fólki at hjálpa til við palli, ljóði, ljósi og nógvum øðrum, skrivar Glasir.

 

Talan er um eina stóra sjónleikaverkætlan, nokk ta størstu í hesum árinum. Miðnámssangleikir hava verið fastur siður síðani miðskeiðis í nítiárunum. Í 2020 varð sangleikurin Cabaret sýndur á Glasi. Við koronu kom stígur, men nú bragdar av álvara aftur við sjónleikinum Romeo og Julia.

 

##med2##