Góða ólavsøku 2024!

Eitt nýtt ár, ein nýggj ólavsøka. Hon er gomul, men nýggj hvørja ferð og fær tað innihald, vit sjálvi geva henni. Býurin broytist og spakuliga broytast einstakir siðir, men annars er ólavsøkan sær sjálvum lík.  

Fyrst og fremst er okkara tjóðar­hátíð savnandi, hon fevnir okkum øll og ger ikki mun á nøkrum, tí á ólav­søku eru øll líka.

 

Øll tey spjøldur, vit dagliga seta á hvønn annan, eru burtur ólavsøkudagarnar, tá alt kegl og allar ósemjur eru gloymdar.

 

Hetta eyðmerkir okkum sum tjóð, at vit samgleðast um okkara góða land, okkara ungdóm og góðar ókomnar dagar.

 

Aftur í ár fegnast vit um ólav­søkuna og síggja fram til at hitta ætt, vinir og kenningar í góðum lagi hesar hásummardagarnar, ið vit veruliga gleða okkum til á hvørjum ári.

 

Sum altíð lata vit dyrnar upp á víðan vegg og eru til reiðar at taka ímóti gestum, tí Havnin er ikki bara høvuðsstaður okkara, ið her búgva, men høvuðsstaður hjá øllum før­oy­ing­um. Vit vilja fegin hava, at øll skulu hava tað gott í Havn hesar dagarnar og gleðast um øll, ið gera okkum tann heiður at vitja.

 

Ólavsøkan snýr seg eisini um tann góða býin, at høvuðsstaðurin vísir seg frá síni bestu síðu. Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu. Nú er tjóðarhátíð. Og skráin er enn eina­ferð á tremur við spennandi titøkum.

 

Eg vil takka fyri, at eg aftur í ár kundi bera tykkum eina heilsan úr høvuðsstaðnum hjá okkum øllum, og eg vil ynskja tykkum øllum væl­komn­um til Havnar og eina góða og glaða ólavsøku!

 

Takk fyri!.

 

 

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri