Góðu kollfirðingar, nær og fjar

Karstin Dánjalsson í Húsinum legði eina áheitan út á sosialu miðlarnar, herfyri. Við íblástrið loyvið eg mær at nevnað hendan setningin: 

So kollfirðingar, farið á val við tí í huga at velja eina rødd fyri Kollafjørð. Tíðin til broyting er nú og tí má standast saman. Hetta er ein áheitan frá einum ungum kollfirðingi sum vónar, at mann kann koma úr songini 13. novembur, við tí fyri eyga, at nú er vón fyri framman her í Kollafirði. 

 

Til seinasta val var tað ov ið trúðu uppá mína visión uppá møguleikan at fáa tvey vald inn. Úrslitið av valinum í 2020 kenna vit øll. Fekk eg nakrar fáar afturat, so var hetta vorði verðuleiki. 

 

Síðan seinasta val, eru tað uppí leypar av kollfirðingum ið hava bið og heitt á meg um at bjóða meg fram aftur. Hetta var eisini eitt av berandi grundgevingunum fyri míni uppstillan hesaferð. 

 

Støðan í dag, er tann at nøkur tosa um at vit skula fara eftir at fáa tvey umboð inn. 

 

Men verðurleikin er tann, at hetta letur seg ikki gera. 

 

Tað verður ongin listi ella flokkur ið fær hasi 5, 6 kanska 7 umboðini einamalt og tí kann hendan ætlan bert føra til at vit standa eftir við ongum umboði. At Kollafjørður stendur við ongum umboði í Tórshavnar kommunu.

 

Eg legði dent á seinast, at eg bjóði meg ikki fram til at verða ein av teimum ið bara spjaði atkvøðurnar til politikarar í Havnini. Men eg vil savnað atkvøðurnar fyri Kollafjørð undir eitt, og tí er mín inniliga áheitan á tykkum her í kvøld. At TIT standa saman um meg. 

 

Tit hava sæð og verði vitnið til hva teg havi gjørt og verði partur av fyri alla breiddina her í bygdini. 

 

 

 

Søgu ríka mín heimbygd hon eigur,

 

megnarkvinnur og -menn føddust her

 

vunnu bygdini æru og heiður,

 

gingu undan í verkið manga ferð. 

 

 

 

Virkisfýsni fólki merkir,

 

standið tí saman kvinnur og menn, 

 

havi framtíðarhugsjónir sterkar, 

 

einaferð bygdin seg mennir tá enn.

 

 

 

Úr Lonni og suður í Bø tað er

 

Útjaðarin hin størsti í Tórshavnarverð

 

Valkvøldið stóra vit gongd hava broytt

 

Við Bergi vit krossa so hann gerst nr. oytt.  

 

 

 

Jens Marni og Signar í Homrum í KÍF sanginum: Vit stuðla tað vit kunna, so gera teir rest …..

 

Tað er nú vit skula vísa hvussu sterkir KOLLFIRÐINGAR kunna verða við at STANDA SAMAN.

 

EG SKAL GERA MÍTT – SETI TÍ KROSSIN VIÐ MEG TÝSDAGIN !