Oyðileggingarnar í Bakhmut í Ukraina eru øgiligar, men her er eingin framgongd hjá russum í løtuni. Framgongdin er steðgað, vita útlendskir miðlar at siga, og norskur serfrøðingur er samdur.

Gongur ongan veg hjá russum í Bakhmut

- At síggja til er russiski herurin steðgaður upp í Bakhmut. Teir megna ikki at fremja síni átøk. Tískil noyðist herurin at fara í verjustøðu, sigur høvuðslærari á norska Verjuháskúlanum.

Oyðileggingarnar í Bakhmut í Ukraina eru øgiligar, men her er eingin framgongd hjá russum í løtuni. Framgongdin er steðgað, vita útlendskir miðlar at siga, og norskur serfrøðingur er samdur.

Ukrainska verjan sigur við tíðindastovuna Reuters, at framgongdin, sum russar í eina tíð høvdu í ukrainska býnum, Bakhmut, er steðgað, og nú verður sagt, at russiski herurin meira er í verjustøðu.

 

- Fíggindin heldur fram við álopunum á býn, men okkara verjuskansar halda, eins og okkara herlið reka russisku álopini aftur. Okkara hetjur hava staðið ímóti 57 russiskum álopum, siga ukrainar.

Í byrjanini av mars heitti leiðarin hjá Wagner-herliðunum, sum berjast saman við russiska herinum, á ukrainskar deildir um at taka seg úr Bakhmut, men framvegis hava russar ikki megnað at tikið allan býin.

 

Tom Røseth, sum er høvuðslærari á norska Verjuháskúlanum, heldur, at gongdin í Bakhmut har eysturi í Ukraina, er eitt týðiligt dømi um russisku krígsførsluna í Ukraina sum heild. 

 

- At síggja til er russiski herurin steðgaður upp í Bakhmut. Teir megna ikki at fremja síni átøk. Tískil noyðist herurin at fara í verjustøðu. Hetta sæst serliga týðiligt í Bakhmut, sigur hann við Tv2.no.

 

Høvuðslærarin heldur, at váta veðrið á leiðini eisini hevur gjørt sítt til, at tað er trupult hjá stríðandi pørtunum um hesar leiðir at fremja stór og avgerandi álop. 

 

Men, tá lendið verður turrari aftur, vilja helst báðir teir stríðandi partarnir gera framtøk.

 

- Líkt er til, at ukrainar hava bestu møguleikarnar til framtøk, men eydnan hjá Ukraina hongur eisini saman við, hvørt landið fær nóg mikið av lóðuri úr vesturheiminum, sigur Tom Røseth á norska verjuháskúlanum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Oyðileggingarnar í Bakhmut í Ukraina eru øgiligar, men her er eingin framgongd hjá russum í løtuni. Framgongdin er steðgað, vita útlendskir miðlar at siga, og norskur serfrøðingur er samdur.

- At síggja til er russiski herurin steðgaður upp í Bakhmut, sigur Tom Røseth.