Haaland leingir sáttmálan við Manchester til 2034

Manchester City trýr so mikið upp á norska Erling Haaland, at felagið hevur givið honum ein nærum tíggju ára sáttmála.

Erling Haaland leingir sáttmálan við Manchester City. (Arkivmynd). - Mynd: Toby Melville/Reuters

Norski stjørnuálopsleikarin Erling Haaland hevur longt sáttmálan við Manchester City, so avtalan nú gongur fram til summarið 2034. Hesum boðar City frá á heimasíðuni hjá fótbóltsfelagnum.

Sáttmálin hjá 24 ára gamla Haalandi gekk longu fram til 2027, so tað eru sjey ár afturat á sáttmálanum.

City upplýsir ikki lønina í nýggja næstan tíggju ára sáttmálanum.

Haaland skifti frá týska felagnum Borussia Dortmund á sumri 2022 og hevur síðani spælt 126 dystir, og skorað 111 mál fyri City.

Bara í Premier League hevur Haaland skorað 79 mál í 87 dystum. Í Champions League eru 23 mál komin í 26 dystum higartil.

Manchester City hevur havt eitt trupult kappingarár og liggur á sætta plássi í Premier League. Seinastu fýra kappingarárini er City vorðin enskur meistari.

 

/Ritzau/

 

Erling Haaland leingir sáttmálan við Manchester City. (Arkivmynd). - Mynd: Toby Melville/Reuters