Verjar hansara hava fingið loyvi at leggja málið um varðhaldsfongslingina av Paul Watson fyri hægsta rætt í landinum.
Tað sigur advokaturin Finn Meinel við grønlendska netmiðilin Sermitsiaq. AG.
Paul Watson, sum føroyingar serliga kenna frá felagsskapinum Sea Shepherd, er varðhaldsfongslaður, tí Japan krevur hann útflýggjaðan fyri eina hending í Antarktis í 2010, har hann sambært japansku myndugleikunum legði á hvalaveiðarar.
Rætturin í Grønlandi longdi mikudagin varðhaldsfongslingina hjá Watson við trimum vikum afturat.
Paul Watson hevur kært tann úrskurðin.
Hann noktar seg sekan.
/Ritzau/