Hákun og liðfelagarnir hava tryggjað sær pláss í endaspælinum

Skanderborg Århus vann á triðfremsta liðnum á heimavølli í dag

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus hava nú trý umfør eru eftir at leika í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, tryggjað sær pláss í endaspælinum.

 

Tað gjørdi Skanderborg Århus við at vinna á heimavølli 29-28 á Bjerringbro/Silkeborg, ið liggur triðfremst í deildini. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-15.

 

Skanderborg Århus er nummar fimm í deildini við 28 stigum. Sum stigatalvan er nú vera teir í ringasta føri nummar sjey í grundspælinum. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.

 

Hákun skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir í dag, og var triðbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Skanderborg Århus fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League. Hon verður á útivølli móti spanska liðnum, Granollers. Ein viku seinni hevur Skanderborg Århus heimavøll móti Granollers.