Hamas sigur seg vilja taka støðu til vápnahvíld

Ísraelska treytin fyri vápnahvíld í 40 dagar er, at Hamas letur gíslarnar leysar, sum felagsskapurin framvegis hevur í fangilsi.

Sambært statsriknu egyptisku sjónvarpsrásini, Al Qahera, er Hamas-sendinevndin nú farin úr egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Umboð fyri Hamas hava luttikið í samráðingum um eina vápnahvíld í Gazageiranum, har kríggj hevur verið seinasta hálva árið.

 

Hamas-umboðini siga, at tey fara at venda aftur við einum svari upp á uppskotið um vápnahvíld, sum er lagt fyri stríðandi partarnar.

 

Sambært bretska uttanríkisráðharranum, David Cameron, er Ísrael komið við einum tilboði um vápnahvíld í 40 dagar.

 

Ísraelska treytin fyri vápnahvíldini er, at Hamas letur gíslarnar leysar, sum felagsskapurin framvegis hevur í fangilsi í Gazageiranum.