Hansy letur seg ikki freista av handilstilboðum

- Eg keypi altíð jólatræ frá Kiwanis, har stuðulin fer til eitt gott endamál, sigur Hansy Svalbard.

 

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

- Mær dámar væl hesa tíðina. Tað er sera hugnaligt við øllum ljósunum, sum eru runt í býnum og ikki minst í heiminum. Hetta gevur ein serligan hugna, nú kvøldini eru so myrk.   

 

Tað sigur Hansy Svalbard.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati? 

- Eg byrji at pynta fyrst í desember, og jólatræið kemur upp um hálvan desember. 

Hansy Svalbard sigur, at hon keypir altíð jólatræ frá Kiwanis, har stuðulin fer til eitt gott endamál. 

- Mær dámar væl luktin av granni, og tá eg kenni roykin, eru jólini byrja. Mær dámar eisini væl at hava jólaborðið vakurt pyntað jólaaftan og gera nógv burturúr. 

Hon sigur, at jóladøgurðin er altíð dunna og brúnkaði eplir og rísingreyt omaná. 

- Eg baki altíð eini fimm sløg av smákøkum. Summar av køkunum síggjast á borðinum hvørt ár, men tað er altíð stutligt at baka okkurt, sum tú ikki hevur bakað áður. 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús? 

- Eg keypi altíð jólagávur tíðliga, so eg eri liðgug 1. desember. Mær dámar væl at brúka tíðina í desember til okkurt annað enn at renna runt og keypa jólagávur. 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?  

- Vit vera alla tíðina mint á, at handlarnir hava tilboð í desember, og tað eru helst fleiri, sum renna eftir tilboðunum. 

Hansy Svalbard sigur, at hon letur seg ikki freista av tilboðum.  

- Mær dámar best at taka tað róligt og kanska njóta ein kaffimunn á eini kafe saman við familjuni, leggur hon aftrat.