Harris savnar inn 81 milliónir dollarar upp á 24 tímar

Valstríðið hjá Kamala Harris hevur savnað inn 81 milliónir dollarar fyrsta dagin til valstríðið.

Kamala Harris skal royna at gerast forsetavalevni hjá demokratunum á valinum í november. Fyrsta dagin í átakinum eydnaðist henni at savna inn 81 milliónir krónur. - Mynd: Nathan Howard/Reuters

Fyrstu 24 tímarnar av forsetavalstríðnum hjá Kamala Harris hava demokratiskir stuðlar latið 81 milliónir dollarar til hennara valstríð.

Tað siga átaksfólkini hjá Harris í tíðindaskrivi.

- Team Harris hevur savnað inn 81 milliónir krónur fyrsta samdøgrið. Tað er oman á tað , sum longu nú er savnað saman, næstan fjórðings milliard í stuðli í hesum valstríðnum, stendur í tíðindaskrivinum.

Valstríðsliðið sigur eisini, at tað er "størsta upphæddin, sum er savnað inn eftir einum degi" í einum valstríði fyri einum forsetavalevni.

Upphæddin svarar til umleið 555 mió.

Harris er varaforseti í USA, men fekk stuðul til at stilla upp til forsetavalið frá demokratunum, tá Joe Biden, forseti, í gjárkvøldið boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp til afturval.

Undirtøkan merkir ikki, at Kamala Harris verður valevni hjá flokkinum til valið í november.

Men hon hevur fingið stuðul frá fleiri høgum demokratiskum persónum, eitt nú Josh Shapiro, guvernøri í statinum Pennsylvania, og Gavin Newsom, guvernøri í Kalifornia, sum eisini vóru mettir at vera møgulig valevni.

Tað er tó ein partur av søguni, at framvegis eru profilar í flokkinum, sum heldur ikki vilja síggja Kamala Harris verða góðtikna sum forsetavalevni uttan mótstøðufólk.

Chuck Schumer, sum stendur á odda fyri hjá flokkinum í Senatinum, hevur noktað at taka undir við Harris. Fleiri stuðlar ynskja eisini helst, at uppstillingin hjá flokkinum ikki fer til Kamala Harris, uttan at veruligt val hevur verið.

Harris hevur tó fleiri stórar stuðlar aftan fyri seg.

Alex Soros, hvørs pápi er milliarderurin, filantropurin, George Soros, hevur heitt á almenningin um at “savna seg aftan fyri Kamalu Harris og vinna á Donald Trump”.

Soros-familjan er kend fyri at vera stórir stuðlar hjá demokratunum. Tá tað er valstríð í USA, plaga tey at senda tvísiffraðar milliónir til flokkin.

Forsetavalevnið hjá demokratunum verður formliga útnevnd á stevnuni hjá flokkinum í Chicago, sum byrjar 19. august.

 

/ritzau/AFP

 

Kamala Harris skal royna at gerast forsetavalevni hjá demokratunum á valinum í november. Fyrsta dagin í átakinum eydnaðist henni at savna inn 81 milliónir krónur. - Mynd: Nathan Howard/Reuters