Hava brotið spegl á minst 11 bilum í Klaksvík

Og ein ferðamaður koyrdi seg fæstan á Gjáarvegnum

Klokkan 13 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein ferðamaður hevði koyrt seg fastan á gjáarvegnum. Har var nógvur kavi, og hann var komin ov langt út á vegjaðaran.

– Men vit fingu hálað hann uppaftur, men har var nógvur kavi, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Seinnapartin í gjár kom eisini fráboðan frá einum bileigara í Klaksvík, at annað speglið á bilinum var brotið. Tað vísti seg, at spegl vóru brotin á 11 bilum á Víkavegnum í Klaksvík, so tað málið verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin.

Um 22 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var komin í gamal fýrverk, sum lá ov nær einum úthúsi við Myllutjørn í Hoyvík. Fráboðarin fekk sløkt sjálvur, men sløkkiliðið fór á staðið – fyri at tryggja sær, at tað var sløkt og at eingin vandi var á ferð.

Annars sigur vaktleiðarin, at tað hevur verið hált, men at eingin skaði er fráboðaður sum so. Hann vísir á, at tað verður kalt og kavi næstu dagarnar, og vónar, at fólk ikki taka óráð fyri og fara í fjøllini at koyra.