Hava leingi tosað um aldur og heilsu hjá Biden

Aldur og heilsa hjá Joe Biden hava verið umrødd alment leingi.

Erin Schaff/Reuters/Ritzau Scanpix

Avgerðin frá Biden kemur í kjalarvørrinum av, at heilsa hansara og aldur leingi hava verið umrødd í USA.

Kjakið øktist serliga eftir at Joe Biden var í einum sjónvarpskjaki í sambandi við valstríðið.

Her var hann ikki sannførandi og í eygunum hjá fleiri var hann veikur í sjónvarpskjakinum við Donald Trump, sum stillar upp sum forsetavalevni fyri repblikanararnar.

 

Erin Schaff/Reuters/Ritzau Scanpix