Havnarliðini vunnu seg í hálvfinalurnar aftaná longda leiktíð

B36 vann á NSÍ á heimavølli, og HB vann á EB/Streymi á útivølli

Bæði havnarliðini, B36 og HB máttu gjøgnum longda leiktíð fyri at vinna seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

 

B36 vann 3-2 á NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

B36 var omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var B36 á odda 2-0 við málum, ið Zean Peetz Dalügge og Marius Krüger Lindh skutu.

 

Í seinna hálvleiki ressaðist NSÍ, og gamli málrevurin, Klæmint A. Olsen syrgdi við tveimum málum, tað fyrra tíðliga í seinna hálvleiki og tað seinna í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at NSÍ fekk longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini tryggjaði Marius Krüger Lindh B36 sigurin.

 

B36 – NSÍ  3 – 2 (2-0) - Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

 

1-0 Zean Peetz Dalügge (19.)

 

2-0 Marius Kryger Lindh (45. +)

 

2-1 Klæmint Olsen (54.)

 

2-2 Klæmint Olsen (90. +)

 

3-2 Marius Kryger Lindh (104.)

 

Við Margáir í Streymnesi kravdi tað eisini longda leiktíð hjá HB at knógva EB/Streymi.

 

EB/Streymur var omaná í fyrra hálvleiki, og teir vóru á odda 1-0 við einum máli Tóki Johannesen tá ein hálvur tími var farin. Tað kundi enntá verið enn betri hjá EB/Streymi, tí tíðliga í dystinum brendi Filip Djordjevic hjá EB/Streymi eitt brotsspark.

 

HB var betra liðið í seinna hálvleiki, og teir megnaðu at javna til 1-1 við einum máli Áki D. Samuelsen skoraði tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Í 107. minutti legði Hanus Sørensen HB á odda við einum rimmar langskoti, og fimm minuttir seinni staðfesti Jacob Johansson sigurin.

 

EB/Streymur-HB 1-3 (1-1) - Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

 

1-0 Tóki Johannesen (29.)

 

1-1 Áki D. Samuelsen (75.)

 

1-2 Hanus Sørensen (107.)

 

1-3 Jacob Johansson (112.)

 

Tað vera sostatt Víkingur, TB, B36 og HB sum eru í pottinum tá lutur skal dragast til hálvfinalurnar. 

 

Hálvfinalurnar vera leiktur 29. mai og 19. juni.