Á býráðsfundi í kvøld samtykti Tórshavnar býráð at senda býráðslimir til Íslands á skeið.
Tað er Kommunufelagið, sum skipar fyri skeiði í Íslandi fyri nývaldar og afturvaldar kommunustýrislimir.
Sambært skránni fyri býráðsfundin er endamálið er at styrkja kommunustýrislimirnar í leikluti teirra sum kommunupolitikkarar og at geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, ið kommunurnar hava nú og framyvir.
Harumframt at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikkaranum, eins og løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikkarar og fyrisiting.
Sum in.fo skrivaði í gjár, so kostar tað 10.000 krónur fyri hvønn kommunustýrislim at fara á skeiðið í Íslandi, sum Kommunufelagið bjóðar teimum 203 kommunustýrislimunum í teimum 29 kommununum í Føroyum í Føroyum. Tilsamans kostar tað góðar tvær milliónir krónur – harumframt fáa kommunustýrislimir endurgjald fyri lønarmiss teir fýra dagarnar, teir eru í Íslandi.
Á býráðsfundinum í Havn í dag samtykti býráðið við 9 atkvøðum fyri, 1 ímóti og 3 blonkum at lata teir 13 býráðslimirnar í Tórshavnar býráð fara á skeiðið í Íslandi.
Lesið eisini: Skeið fyri føroysk kommunustýri í Íslandi kostar út við 3 mió kr.
Lesið eisini: Býráslimir til Íslands á skeið í at vera býráðslimir
Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen, Guttormur í Skála, Kári Johansen, Høgni Vilhelmsen og Annfinn Brekkstein.
Ímóti atkvøddi: Tróndur Sigurðsson.
Blankt atkvøddu: Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen og Birgir Nielsen.
Nakað av kjakið var um, hvørt tað var neyðugt endiliga at fara til Íslands. Teir tríggir, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen og Bergur Robert Dam Jensen vístu á, at pengarnir vóru farni betri til føroysku vinnuna. Nógv góð høli eru í Havn at hýsa slíkum skeiði, og at massar av plássi er á hotellunum í býnum at hýsa avbygdarfólki hesa ársins tíð.