Havnin sum útbúgvingarbýur

Tórshavnar Kommuna hevur sum høvuðsstaður ábyrgd og skyldu at vera við til at venda fólkafráflytingini úr Føroyum.

Tølini siga, at vit missa við tíðini fimta hvønn í hvørjum árgangi, tí tey búsetast, fáa familju og arbeiða aðrastaðni. Tað eru vælferð, hugskot og arbeiðsorka, sum fara av landinum.

Skeiklaða fólkasamansetingin í Føroyum sum heild er ein av okkara størstu avbjóðingum. Vit mugu seta fulla ferð á fyri at venda gongdini. Tað hevur skund.

Vit vita, at Havnin sum lokomotiv er avgerandi fyri at fólk støðast í Føroyum. Tað skal av tí sama gerast meira lokkandi hjá okkara ungu at brúka størri part av útbúgvingartíðini her heima.

Tað er gott, at farið er undir arbeiðið við Seturskampus á Frælsinum, og vit halda, at kommunan skal stuðla við fleiri lestraríbúðum. Kommunulistin hevur sett sær fyri at byggja 80 lestraríbúðir komandi tvey árini, sum saman við fjølbroyttum og kreativum mentanartilboðum og upplivingardeplum skal vera við til at fáa eitt livandi, dragandi og stuttligt lestrarumhvørvi í Havn. Eitt lestrarumhvørvi, sum eisini kann lokka útlendingar til Føroya at taka útbúgving.

Fyri vinnuna og arbeiðsmarknaðin eru hetta eisini neyðugt. Arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á arbeiðsorku, og við einum veruligum útbúgvingarumhvørvi í Havn fáa fyritøkur og stovnar betri atgongd til skikkaða og nýskapandi arbeiðsmegi.

Her er einki at bíða við. Kommunulistin er til reiðar.

 

Tróndur Sigurðsson

Býráðslimur