Á myndini eru gomlu eigarnir Bjartur Vestergaard Hjaltalin og Julian Johansen og partur av nýggju eigarnum: Jákup á Borg og Høgni Eysturoy. Hans Arne og Johan Waag Høgnesen vanta á myndini

Heilsøla fingið nýggjar eigarar

Fríggjadagin keyptu fyrrverandi bilasølumenn heilsøluna Nort

 

 

Á myndini eru gomlu eigarnir Bjartur Vestergaard Hjaltalin og Julian Johansen og partur av nýggju eigarnum: Jákup á Borg og Høgni Eysturoy. Hans Arne og Johan Waag Høgnesen vanta á myndini

Fríggjadagin keyptu teir tríggi fyrrverandi Bilrøkt-menninir, Høgni Eysturoy, Jákup á Borg og Jóhan Waag Høgnesen heilsøluna NORT.

Teir tríggir kennast væl, og vita, hvat tað er at hava eina fyritøku, sum veitir góða tænastu. Teir hava allir verið partur av fyritøkuni Bilrøkt, sum varð seld fyri einum ár síðani.

Stjóri í NORT verður Høgni Eysturoy.

– Tá vit høvdu møguleika at keypa eina so vælrikna fyritøku sum NORT, so gjørdu vit tríggir skjótt av. Fyrrverandi eigararnir hava uppbygt eina sunna, loyala, vælriknað og góða fyritøku, sum veitir allarbestu tænastu til kappingarførar prísir, sigur Høgni Eysturoy.

NORT er ein heilsøla, sum veitir tænastur til vinnuna, og er tað serliga tey kendu arbeiðsklæðini frá Snickers, bil- og verkstaðsinnrættingar frá Bott og eisini kalt asfalt, sápur, glas og mangt annað. 

NORT útvegar tað, tú hevur tørv á, siga nýggju eigararnir.

Hjá fyritøkuni fara Høgni og Jóhan at starvast, meðan Jákup verður nevndarformaður.

Um ikki so langa tíð, so flytir NORT í bygningin beint uppi yvir verandi hølum á Karlamagnussarbreyt í Hoyvík, og tá verður boði inn til móttøku, siga nýggju eigararnir.

 

 

 

Á myndini eru gomlu eigarnir Bjartur Vestergaard Hjaltalin og Julian Johansen og partur av nýggju eigarnum: Jákup á Borg og Høgni Eysturoy. Hans Arne og Johan Waag Høgnesen vanta á myndini