Heilsutænasturnar skulu nærri borgaranum

Heilsumálaráðið sent uppskot um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum til hoyringar

Heilsumálaráðið skrivar, at  

 

 

Yvirskipaða málið við lógaruppskotinum, er at tryggja øllum fólkum kring landið atgongd til støðugt fleiri tilboð um heilsutænastur í nærumhvørvinum, at tryggja fólki somu tilboð um heilsutænastur í øllum landinum, at seta sjúklingatrygdina í hásæti, og skapa betri møguleikar fyri, at heilsustarvsfólk kunnu starvast og mennast í heilsufakligum umhvørvum kring landið

 

 

Talan er í grundini um eina nýggja kommunulæknalóg, sum kemur í staðin fyri galdandi lóg um kommunulæknaskipan frá 1999.

 

Ítøkiliga skal kommunulæknaskipanin sambært lógaruppskotinum víðkast og mennast til eina skipan við heilsutænastum og heilsumiðstøðum kring landið, og fyri borgaran fer hetta at merkja, at viðgerðir í størri mun kunnu fara fram í nærumhvørvinum, og harvið fær borgarin lættari atgongd til tilboð um heilsutænastur. Hetta fer serliga at vera til fyrimuns fyri eldri fólk, fólk við varandi sjúkum og fólk við serligum tørvi.

 

Við nýggju lógini verða tað ikki longur kommunurnar, men landið, ið skal útvega kommunulæknaviðtalum tól og amboð. Tískil fara kommunurnar at spara nakrar útreiðslur, sum landið yvirtekur.

 

Tað er ógreitt, júst hvussu nógv hetta fer at kosta landinum, men Heilsumálaráðið skrivar í uppskotinum, at “ein leyslig meting er, at tólini í meðal verða endurnýggjað 5 hvørt ár, og verður miðalkostnaðurin tá góðar 2 mió. kr. um árið at halda verandi tól og útgerð viðlíka. Harumframt koma nýggjar viðtalur, ið eru mettar at kosta um 300 tús. kr., umframt útgerð og tól til aðrar fakbólkar enn kommunulæknar. Afturat hesum koma útreiðslur til tól í verandi kommunulæknaviðtalum, sum tørvur møguliga er á at endurnýggja skjótt.”

 

Við tíðini metir Heilsumálaráðið tó, at útreiðslur kunnu sparast við at viðgerðartilboðini í heilsuverkinum verða samskipað á ein munandi skilabetri hátt, enn gjørligt er undir galdandi

skipanum. Heilsumálaráðið skrivar, at "við at flyta viðgerðir av sjúkrahúsum til nærumhvørvi, fer at bera til at tálma útreiðsluvøkstrinum í Sjúkrahúsverkinum. Orsøkin er, at tað sum heild er ódýrari at veita viðgerðartilboðini í nærumhvørvinum heldur enn at veita tey í Sjúkrahúsverkinum."

 

Sambært landsstýriskvinnuni fer uppskotið at bera við sær, at borgarar fáa lættari atgongd til heilsutænastur. Hon sigur í einum tíðindaskrivið at:

 

 

Fyri fólk kring landið fer hetta at merkja, at viðgerðir í størri mun kunnu fara fram í nærumhvørvinum hjá teimum. Harvið fær borgarin lættari atgongd til tilboð um heilsutænastur, og fer hetta eftir ætlan at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá fólki. Henda broyting fer serliga at vera til fyrimuns fyri eldri fólk, fólk við varandi sjúkum og fólk við serligum tørvi.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna

 

 

Uppskotið kann lesast á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum her.