Heimablídni hjá Onnu og Óla á Velbastað

»Matur fyri Pætur – ómakaleys matgerð« Hoyrið sending, sum fyrstu ferð varð send á FM1 fríggjadagin. Ætlanin við sendingini er at gera døgurðar burturúr so bíligum rávørðum

##med2##

 

Matur fyri Pætur – ómakaleys matgerð

 

Fríggjadagin byrjaði nýggj sending í átta pørtum á FM1.

 

Tað er Stella Zachariassen, sum leggur sendingina tilrættis meðan Óli G. Samuelsen er vertur.

 

Allar sendingarnar verða tiknar upp hjá Heimablídni hjá Onnu og Óla á Velbastað, og eru tað tey bæði, sum virka máltíðina til.

 

Ætlanin við sendingini er at gera døgurðar burtur úr so bíligum rávørðum, sum gjørligt og verður roynt at vísa á, hvussu vælsmakkandi og ymiskan tú kanst gera døgurðan.

 

##med3##

 

Anna og Óli Rubeksen hava Heimablídni á Velbastað og eru von at gera mat, tó í øðrum klassa enn hetta, so hjá teimum er tað eisini ein avbjóðing at finna máltíðina burtur úr tilfarinum, tey fáa.

 

Í fyrstu sending fingu tey fisk at gera, og spennandi er at finna útav, hvat tey gjørdu burturúr tí.

 

Sending og myndir eru at síggja á www.midlar.fo og eisini á facebook aftaná sendingina. Eisini verða uppskriftir lagdar út seinni.

 

##med4##

 

Matur fyri Pætur verður send hvønn fríggjadag kl 17.15 og endursend sunnudagar kl. 13.00.

 

Hoyrið sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##