Heimið á Sýnini stongt fyri vitjandi

Tað verður ikki møguligt at vitja har í 14 dagar

Orsakað av fleiri smittutilburðum kring landið verður ikki møguligt at vitja á Heiminum á Sýnini. Hesum verður boðað frá á heimasíðuni hjá Vága kommunu í dag.

– Tískil verður stongt fyri vitjandi, stendur skrivað.

Fyribils verður hetta galdandi í 14 dagar, og hetta byrjar í dag.