Nýggi tænastubáturin hjá FSV Group - Multi Electric - er el-rikin burturav. Sagt verður, at hetta er fyrsti bátur av sínum slag í heiminum. Men, Grønarók hjá Bakkafrost er eisini el-rikin burturav.

FSV Group: Heimsins fyrsti el-rikni tænastubátur

Norðmenn halda seg hava heimsins fyrsta el-riknað tænastubát til alivinnuna. Spurningurin er so, um norðmenn ikki vita um el-riknað tænastubátin Grønurók hjá Bakkafrost.

 

 

 

Nýggi tænastubáturin hjá FSV Group - Multi Electric - er el-rikin burturav. Sagt verður, at hetta er fyrsti bátur av sínum slag í heiminum. Men, Grønarók hjá Bakkafrost er eisini el-rikin burturav.

Nýggi tænastubáturin hjá FSV Group í Noregi er 17 metrar langur. Navnið er Multi Electric og Sletta Verft í Noregi læt eigaranum bátin hin 2. mars í ár.

 

Báturin skal kunna arbeiða ein heilan arbeiðsdag - bert við streymi.

 

Dagligur leiðari í FSV Group er Arild Aasmyr, og hann sigur, at hetta er ein neyðug íløga hjá felagnum.

 

- Multi Electric er fyrsti el-rikni bátur hjá felagnum, og skjótt verður eisini eitt "systirskip" klárt. Tilsamans skal felagið í ár hava seks bátar, og teir fara allir at hava el-rikið maskinarí til sigling.

 

Hann vísir á, at felagið hevur verið fyri stórum vøkstri síðan stovnan í 2011, og tá árið 2023 er liðugt, hevur FSV Group at hava 22 bátar.

 

Umframt at nýbygging fer fram við el-riknum bátum, verða eisini nakrir av verandi bátum umbygdir, soleiðis at teir verða hybrid-riknir til sigling.

 

- Vit arbeiða hart fyri at varðveita eina leiðandi støðu innan eletrifisering av tænastuflotanum í okkara vinnu, og tá er ein slík umlegging neyðug.

 

Dagligi leiðarin í FSV Group sigur, at nýggi tænastubáturin er bygdur til ymiskar uppgávur í alivinnuni, og báturin hevur eina battarígoymslu á 1.050 kWh.

 

- Báturin sparir umhvørvið fyri 520 tons av Co2 um árið, sum svarar til útlátið hjá umleið 215 bilum, leggur Arild Aasmyr aftrat.

 

Tað er iLaks, sum skrivar um nýggja tænastubátin hjá FSV Group.

 

Tænastubáturin er teknaður hjá Solstrand Trading, og verkætlanin hevur fingið stuðul frá Enova, sum sambært FSV Group er ein fyritreyt fyri slíkum nýbrotum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Nýggi tænastubáturin hjá FSV Group - Multi Electric - er el-rikin burturav. Sagt verður, at hetta er fyrsti bátur av sínum slag í heiminum. Men, Grønarók hjá Bakkafrost er eisini el-rikin burturav.

Tá Mest hevði handað Bakkafrost Grønurók hin 15. september í fjør, sigldi báturin nakrar túrar við fólki.